Fimm ár síðani óvæntaða úrslitið

Tað eru fimm ár síðani, at EB/Streymur eftir vitjan hjá HB fór avstað við øllum stigunum

Støðutalvan sigur, at HB er stórfavorittur ímóti EB/Streymi, sum seinnapartin verður gestur í Gundadali. HB hevur framvegis ikki tapt og hevur 10 stig fyri fýra dystir.

 

Hjá EB/Streymi hevur tað higartil verið á góðari leið, tí teir í Sundalagnum hava seks stig fyri fýra dystir.

 

Tølini siga, at seinastu árini hevur HB verið greitt omaná ímóti EB/Streymi, sum einki stig hevur vunnið í Gundadali síðani 2017. Síðani tá hevur HB vunnið fimm heimadystir ímóti EB/Streymi.

 

Í 2017 vann EB/Streymur allar tríggjar ferðirnar ímóti HB – tvær ferðir á heimavølli og so í Gundadali. Tá ið EB/Streymur 1. oktober í 2017 vann 3-2 ímóti HB í Gundadali var talan um rættiliga minnisríkan dyst.

 

Eftir fyrra hálvleik var HB frammanfyri 2-0, men EB/Streymur svaraði aftur og vann 3-2.

 

Merkisvert var tað, at báðir partar gjørdu sjálvmál, og at EB/Streymur misnýtti tvey brotsspørk. Merkisvert er tað eisini, at teir báðir, sum misnýttu brotsspørk fyri EB/Streym, í dag vera á listanum hjá HB. Talan er um Pætur J. Petersen og Dan í Soylu. Pætur J. Petersen sendi við brotssparki í fyrra hálvleiki bóltin omanfyri HB málið, og Teitur Matras Gestsson bjargaði, tá ið Dan í Soylu í seinna hálvleiki royndi seg við brotssparki.

 

Hjá HB eru Áki D. Samuelsen og Øssur M. Dalbúð tøkir aftur, eftir at teir seinsat vóru skaddir.

 

Miðverjin Gustav Kjeldsen er leikbannaður, og Tróndur Jensen er langtíðarskaddur.

 

Hjá EB/Streymi eru Hans Pauli á Bø og Salmundur Bech tøkir aftur eftir skaðasteðg. Tað er ivasamt, um miðverjin Árni G. Olsen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í lærinum.

 

Ólavur Niclassen, Mikkjal Hellisá og Sverri Mariusarson eru framvegis skaddir.

 

HB – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00.