Fyri formansins rokning

Almannamálaráðið hevur ikki samskift við Borgina um almennan stuðul til pensiónistar, sigur fulltrúi á Almannamálaráðnum

Ósemja

Almannamálaráðið og Eldrafelagið Borgin hava einki samskifti havt, sigur fulltrúi á Almannamálaráðnum.
Í blaðnum í gjár segði formaðurin i Landsfelag Pensiónistanna, at Eldrafelagið Borgin hevði fingið at vita frá Almannamálaránum, at felagið skal lata roknskap inn til Landsfelagið.
?Tað má standa fyri hansara egnu rokning, sigur Kristian Árnason, fulltrúi á Álmannamálaráðnum.
?Eldrafelagið Borgin hevur skrivað til Almannamálaráðið um hetta mál. Hetta skrivið er dagfest 3. februar 2003, men felagið hevur ikki fingið svar frá okkum enn. Orsøkin er tann, at eg í sambandi við málsviðgerðina munnliga havi biðið um at fáa viðtøkurnar fyri Landsfelag Pensjónistanna, áðrenn málið verður nærri viðgjørt í Almannamálaráðnum. Hesar fyriliggja ikki í løtuni, sigur hann.
Sostatt vísir hann aftur, at Almannamálaráðið hevur noktað Borgini stuðul við væntandi roknskapi sum grundgeving.