Fyri fyrstu ferð í seks ár síggjast floygdar ritupisur aftur

Riturnar bygdu stór og góð reiður, og tveir ungar vóru í flestu reiðrunum

- Seinastu seks árini er at kalla ongin ritupisa komin undan í Høvdanum í Skúvoy, men í ár kom vend í. Tað sá sera gott út ta fyrstu tíðina; riturnar bygdu stór og góð reiður, og tveir ungar vóru at síggja í teimum flestu reiðrunum, og ein vaksin fuglur sat hjá teimum, sigur Bergur Olsen á Havstovuni.

Um hálvan juli kom ein broyting í. Tá hevur ivaleyst verið ov lítið av føði til báðar ungarnar, tí nú sótu teir einsamallir, meðan bæði foreldrini vóru úti og veiddu. Tá ið foreldrini, eftir langa tíð, komu inn við føði, var ein kapping ímillum ungarnar um at fáa sum mest, tí tær vaksnu riturnar gera onki fyri at býta javnt ímillum ungarnar. Endin var sum oftast, at tann eini ungin fekk maktina og allan matin, meðan hin doyði í hungri.

Bergur Olsen sigur, at tað minkaði tí skjótt burtur av ungunum, og nú teir vóru um at vera floygdir fyrst í august var í miðal annað hvørt reiður tómt og bert ein ungi í hinum reiðrunum.

- Hóast úrslitið ikki bleiv so gott, sum tað sá út til í fyrstani, so er tað tó besta úrslit síðani 2002, og tað góða útlitið fyri nebbasildina, gevur vónir um, at ritan fer at klára seg betur komandi árini, sigur Bergur Olsen.