Fyri fyrstu ferð verða tveir púra ymiskir listar

Javnaðarflokkurin stillar tveir fullkomiliga ymiskar listar upp til fólkatings- og løgtingsvalið

Fyri fyrstu ferð í nýggjar tíð fer ein av stóru flokkunum at stilla tveir fullkomiliga ymiskar listar upp til fólkatingsvalið og løgtingsvalið sum verða ávikavist 24. og 26. mars.

Tí eingin av teimum umleið 10 fólkunum, sum Javnaðarflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið er millum valevnini á listanum til løgtingsvalið.

Sum in.fo skilir tað, sum verða tey umleið 10 fólk á listanum. Høvuðsvalevni er sum vera man Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum er valdur í Fólkatingið á fýra ferðir fyri Javnaðarflokkin síðani 2011.

Sum skilst eru tað fólk kring landið sum stilla upp, fólk sum eru virikin á øðrum økjum, eitt nú kommunustýrislimir og onnur.

Tjóðveldi hevur í dag boðað frá, at tey sjey løgtings- og landsstýrisfólkini, sum stilla uppaftur til løgtingsvalið, stilla upp fyri flokkin til Fólkatingsvalið.

Sum skilst verður tað sama hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, at flestu teirra, sum sita í Løgtinginum eisini stilla upp til Fólkatingið, eins og onnur valevni eisini verða á báðum listum.

Greitt er, at Anna Falkenberg, fólkatingsumboð hjá Sambandsflokkinum, eisini stillar upp til Løgtingið. Hon hevur ikki boðað frá, hvønn sessin, hon velur, um hon verður vald í báðar. Og greitt er eisini, at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ikki stillar upp til Løgtingið.