Sambært AP tíðindastovuni er nógv løgregla kring rættarbygningin, har skuldsettu eru. Myndir vísa, at onkur av teimum skuldsettu verður førdur inn í rættarsalin bakbundin og við bindi fyri eyguni.

Fyribils eru fýra fólk varðhaldsfongslað í Moskva

Sambært AP tíðindastovuni er nógv løgregla kring rættin í Moskva, har skuldsettu eru.

Sambært AP tíðindastovuni er nógv løgregla kring rættarbygningin, har skuldsettu eru. Myndir vísa, at onkur av teimum skuldsettu verður førdur inn í rættarsalin bakbundin og við bindi fyri eyguni.

Ein dómstólur í Moskva hevur nú skuldsett fýra persónar eftir álopið á konserthøllina, Crocus City Hall, í útryðjuni av Moskva. Sambært russisku tíðindastovuni Tass hevur rætturin eisini gjørt av at varðhaldsfongsla persónarnar fyribils fram til hin 22. mai.

 

Tíðindastovan veit at siga, at tríggir av teimum fýra skuldsettu hava viðgingið seg sekar í álopinum. Í skuldsetingini kemur eisini fram, at í minsta lagi tveir av persónunum eru skuldsettir fyri yvirgang og fyri at vera partur av yvirgangsbólki.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Ria byrjaði rættarfundurin við, at tveir persónar vóru skuldsettir, men í dag er ein triði persónur eisini handtikin og varðhaldsfongslaður í tveir mánaðir.

 

##med2##

 

Sambært tíðindastovuni Tass er ein fjórði persónur seinni eisini førdur inn í rættarsalin. Sagt verður, at hesin kom inn á børu saman við einum sjúkraflutningslækna.

Sum skilst, hevur dómarin gjørt av, at miðlar ikki hava atgongd til rættarfundin, og tá dómstólurin ikki hevur lýst skuldsetingarnar nóg ítøkiliga, er eitt sindur trupult í løtuni at greiða neyvt frá rættargongdini.

 

Eitt nú hevur verið trupult hjá miðlunum at siga, um dómstólurin heldur, at hesi fýra umrøddu persónarnir vóru høvuðspersónar í álopinum á Crocus City Hall.

 

Sambært AP tíðindastovuni er nógv løgregla kring rættarbygningin í Moskva, har skuldsettu eru. Myndir vísa, at onkur av teimum skuldsettu verður førdur inn í rættarsalin bakbundin og við bindi fyri eyguni.

 

Í gjár upplýstu russisku myndugleikarnir, at tilsamans 11 fólk eru handtikin í samband við álopið, og millum hesi 11, eru tey fýra, sum nú eru skuldsett og varðhaldsfongslað fyri yvirgangsatsóknina í konserthøllini.

 

Álopið á Crocus City Hall fríggjakvøldið hevur higartil kostað 137 fólkum lívið, og russisku heilsumyndugleikarnir siga, at 180 onnur fingu løstir, harav 142 eru á sjúkrahúsi.

 

##med3##

 

 

 

Sambært AP tíðindastovuni er nógv løgregla kring rættarbygningin, har skuldsettu eru. Myndir vísa, at onkur av teimum skuldsettu verður førdur inn í rættarsalin bakbundin og við bindi fyri eyguni.