Fyribils loysn á stórum trupulleika

Vinnumálaráðið hevur nú funnið eina fyribils loysn á einum trupulleika, sum kundi kosta nøkrum føroyskum fyritøkum tíggjutals milliónir Beint fyri jól fann vinnumálaráðið eina fyribils loysn á einum trupulleika, sum hótti við at kosta nøkrum føroyskum fyritøkum tíggjutals milliónir, umframt at tær kundu missa ein marknað, sum tær hava brúkt fleiri ár upp á at byggja upp.

Tað var í 2001, at Føroyar og ES gjørdu avtalu um marknaðeftirlit fyri at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES.

Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt eina serliga støðu.

Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá skipum, sum ikki eru góðkend í ES.

Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi seinastu árini, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar víðari, har tær skulu.

Men er talan um vøru, ið ikki má koma í umfar í ES, sum eisini verður nevnd ?non conform? vøra.

Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat.

Hetta gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan uttan ávaring og uttan at boða frá frammanundan.

Hetta kom ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við slíkt virksemi, tí vandi var fyri, at komu at missa allan hendan marknaðin, sum tey hava brúkt fleiri ár um at byggja upp

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað vinnuni frá, at orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðirnar.

Av tí at vit ikki hava skipanina, fáa vit heldur ikki samskift við aðrar marknaðeftirlitsstøðir og tískil ber ikki til at tryggja at vøran endar, har hon skal, ella øvugt: at hon ikki endar har, hon ikki skal enda.

Longri avgreiðslutíð

Men nú er ein fyribils loysn funnin og hon er, at danska Fødevarestyrelsen tekur sær av elektronisku samskiftinum við ES skipanirnar, bæði í sambandi við innflutning av ?non conformari? fiskavørum á frígoymslu og tá ið vøran fer í transit gjøgnum ES, fyri til síðst at fara út úr samhandilsøkinum.

Hendan fyribils loysnin merkir, at tað kemur at taka nakað væl longri tíð at avgreiða innflutning av ?non conformari? vøru, tí væl av málsviðgerðini skal fremjast av Fødevarestyrelsen í Danmark.

Loysnin er fyribils og tí vil Fødevarestyrelsen fegin eftirmeta loysnina nokk so skjótt.

Ætlanin er tó at Føroyar skal fáa beinleiðis samband við elektronisku fráboðanarskipaninar hjá ES, fyrst nýggja árinum.

Seinni hava vit viðmerkingar frá vinnulívsmonnum, sum siga sína hugsan um hesa fyribils loysnina og um teir halda, at hon er nøktandi.