Skrivað hava
Rógvi Nybo og Eirikur í Jákupsstovu
CHE og D er nú blokkurin, ið stendur saman á løgtingið. Hetta varð váttað á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin í gjár. Flokkarnir siga í tíðindaskrivinum, at avtalan fyrst og fremst snýr seg um at samráðast um at fremja felags raðfestingar og týðandi lóggávu. Tó skulu partarnir halda á fram at virka hvør í sær, og Sjálvstýrisflokkurin er ikki partur av samgonguni, men samstarvsflokkur hjá samgonguni.
Av málum, sum flokkarnir eru samdir um, kunnu nevnast mentan, gransking og umhvørvið. Eisini eru flokkarnir samdir um skúlamál, og avtalan snýr seg um at arbeiða saman um hesi mál, flokkarnir longu áðrenn valið vóru samdir um. Fyrsta málið, sum arbeiðast skal við er fíggjarlógin fyri 2009.
Øll mál, sum flokkarnir eru samdir um, taka støði í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað millum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi tíðliga í vár.
Markantar broytingar í væntu
Í telvingini fram móti avtaluni sá út til, at nevndar- og landsstýrissessir vóru tað, ið forðaðu fyri at fáa eina avtalu. Hetta stríð var, sambært báðum pørtum, liðugt nú. Flokkarnir søgdu seg hava greiðar avtalur um, hvussu nevndirnar nú skuldu skipast. Hvørjar hesar broytingar eru, vóru teir samdir um, skuldi ikki kunngerast fyrr enn telvingin við andstøðuflokkarnar er liðug.
Greitt er at Gerhard Lognberg ikki verður taldur við, nú nevndarsessirnir skulu býtast, so tað er endaliga staðfest, at Gerhard Lognberg ikki longur hevur nakra ávirkan á førda politikkin. Eisini greitt, at nýggi samstarvsbólkurin - við sínum 18 tingsessum - fær fleiri nevndarsessir enn CHE samgongan saman við Gerhardi Lognberg hevði.
Tunlar
Tá nýggi samstarvsbólkurin varð spurdur um tunlar, vóru allir formenninir samdir um, at onki var avgjørt í málinum, og at teir vildu venda aftur til hetta mál.
Sjálvstýrisflokkurin hevði í valskrá síni, at teir vóru ímóti at gera Sandoyartunnilin her og nú. Hetta ljóðar ikki at skula broytast, og tí skuldi minnilutasamgongan royna at gera sína tunnilsætlan saman við limum úr andstøðuni, men dentur varð lagdur á, at onki er fastlagt.
Sjálvstýrisflokkurin meldaði greitt út, at hann fer ongantíð at verða partur av tunnilssemjuni hjá CHE-samgonguni, soleiðis sum hon fyriliggur í løtuni.
Í sambandi við fiskidagarnar greiddu flokkarnir frá, at hesir eisini vóru lagdir til viks í samráðingunum fyri fyrst, tí dentur varð lagdur á semjurnar heldur enn ósemjurnar.
Aktivur viðleikari
Sjálvstýris flokkurin var nøgdur við hesa avtalu, tí hon gevur teimum møguleikan at vera aktivur viðleikari til at bera týðandi mál ígjøgnum, og fáa sett teirra fingramerki á tey mál, flokkurin vil arbeiða fyri. Her legði Kári P. Højgaard serliga dent á, at ein loysn má finnast við útlendingamálum, sum er eitt av hjartamálum Sjálvstýrisfloksins.
Hóast teir koma at virka sum aktivur viðleikari, hava teir onga trygd fyri, at teir fáa nøkur av teirra málum ígjøgnum.
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, legði á tíðindafundinum stóran dent á, at talan er um ein samdan Sjálvstýrisflokk, ið tekur undir við hesi samstarvsavtalu.
Óroynd leið
Formenninir vildu sum heild illa koma við greiðum útmeldingum og vardu seg við, at teir máttu fáa tíð at læra at arbeiða á henda hátt, tí leisturin við minnilutastjórn er ongantíð royndur áður í Føroyum. Hetta hóast møguleiki hevur verið fyri hesum, síðani stýrisskipanarlógin frá 1994 varð sett í gildi.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði harafturat, at teir við vilja onga tíðaravmarking hava sett í avtaluna. Tað vil, við øðrum orðum, siga at samstarvið kann halda uppat nær tað skal vera, men sum løgmaður eisini legði dent á, so er tað heldur ikki altíð, at eitt samgonguskjal, sum fevnir um fýra ár, ber á mál.