Peter Østergaard frá landsdjóralæknanum bar mikukvøldið tey tíðindi, sum tey flestu hava væntað, at talan er um ILA í einum av ringunum hjá Funningslaksi. Laksurin verður tískil tikin og beindur til Oyndarfjarðar, har hann verður slaktaður.
Kári Nielsen metir støðuna at vera álvarsama, og tí má fiskurin takast beinanvegin. Hann heldur ikki, at vinnan hevur nakran áhuga í at fara lætt um henda smittuvandan.
Trygging
Alibrúkið er tryggjað móti sjúku, men tryggingin tekur bara við, um laksurin er deyður. Tryggingin tekur ikki við fyri tann fiskin, ið er sjúkur, men tó ikki deyður. Tann laksurin, sum verður tikin livandi, gevur ikki alibrúkinum nakað endurgjald.
Kári metir tó ikki, at ráðiligt er at bíða við at taka laksin, til hann er deyður. Um myndugleikar og alarar drála við at taka tey neyðugu stigini, endar man í eini støðu, sum líkist tí í Fuglafirði, tá einki tamarhald var á.
Kári sigur, at alibrúkini, ið verða rakt av ILA-virusinum, missa nakað av peningi, men tað liggur ikki fremst í huganum í eini slíkari støðu.
Munurin á alibrúkunum í Funningsfirði og tí í Oyndarfirði er, at í ringunum hjá Funningslaksi gongur bæði smátt og stórt, men í Oyndarfirði var tað bara laksur, ið var klárur at taka.
Í Funningsfirði eru tvey alibrúk. Tað, ið er rakt av ILA, liggur uttalaga í fjørðinum, meðan hitt liggur nakað innanvert.
Tá vit høvdu Kára Nielsen í telefonini hósdagin á middegi, upplýsti hann, at enn er bara talan um tann eina ringin, haðani laksur verður tikin vegna ILA. Í løtuni eru fundir millum landsdjóralæknaembætið og Havbúnaðarfelagið, so finnast kann fram til tær bestu loysnirnar.