Fyrilestrar um renning

Leygardagin hava tveir kendir rennarar fyrilestrar um í SMS. Tað er Bragdið sum skipar fyri fyrlestrunum. Rennararnir eru klaksvíkingurin Pól Sundskarð og danin Jesper Kenn Olsen. Báðir hava teir útint stór brøgd inn renning, teir hava nógvar kilometrar í beinunum.

Jesper er eitt kent navn innan langteinar. Í 2005 kom hann á mál í Greenwich Village, eftir at hava runnið næstan tvey ár kring alla jørðina ? sum tann fyrsti nakrantíð. Fyrr í ár rann hann frá Nordkap til Suðurafrika og 1. januar 2011 skal hann renna frá sunnasta enda av Suðuramerika og norður til New Foundland.

Pól Sundskarð hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg innan langteinarenning. Hann hevur runnið 100 km á Bornholm í 2009 og fyrr í ár rann hann 7 marathon í 6 fylgjandi dagar. Pól Sundskarð luttekur eisini á Tórshavn Marathon.

Tað er Bragdið sum skipar fyri fyrilestrunum leygardagin kl.17 í Baresso í SMS. Jesper Kenn Olsen og Pól Sundskarð fara at greiða frá teirra royndum og teimum upplivingum, ið renningin hevur givið teimum.