Tíðindaskriv
-------------------
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa í vár fyri eini fyrilestrarrøð við heitinum ?Modernaðir teoretikarar.? Tilsamans 7 fyrilestrar vera á skránni og evnini eru fjølbroytt. Edward Said, Michel Foucault, Gerard Genette, Ernest Gellner og Max Weber eru Fyrsti fyrilesturin verður mikukvøldið 11. februar kl. 20 í Ovastovu í Nóatúni, tá fer Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum, at halda fyrilestur, ið hon kallar: Vitan og vald - mentanarkritikkur Edward Saids.
Í høvuðsverki sínum Orientalism, 1978, gevur Edward Said (1935-2003) lemjandi kritikk av vesturlendskari gransking av Eysturheiminum. Hugsanir hansara hava verið umstríddar og hava havt stóra ávirkan.
Turið Sigurðardóttir er útbúgvin bókmentafrøðingur frá Háskóla Íslands og Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon er lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini og hevur skrivað undirvísingartilfar og greinir um bókmentafrøðilig og bókmentasøgulig evni.
Skráin fyri fyrilestrarrøðina er hendan:
11. februar Turið Sigurðardóttir: "Vitan og vald - mentanarkritikkur Edward Saids.
18. februar: Guðrun Gaard "Í tøgnini ert tú" - Um dialogspeki í bókmentafrøðini.
25. februar: Malan Marnersdóttir: "Tú skrivar sum tú lesur - lýsing av millumtekstleika."
24. mars: Firouz Gaini: "Ernest Gellner. Størsti forsprákarin fyri rationalismuni í nýggjari tíð"
31. mars: Erika Hayfield: "Børn og brúk"
14. apríl: Hans Andrias Sølvará: "Michel Foucault
25. mai: Jonathan Schwartz: "Max Weber"
Allir fyrilestrarnir vera klokkan 20 í Ovastovu í Nóatúni.