Mikukvøldið 24. mars kl. 20.00 verður fyrilestur í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Tað er Heini Joensen frá Skógrøkt Landsins sum heldur almennan fyrilestur um urtagarðsrøkt.
Fyrilesturin er liður í eini røð av smærri tiltøkum, sum Kongshavnar Kvinnufelag javnan skipar fyri. Seinastu tíðina hevur Kongshavnar Kvinnufelag skipað fyri millum annað fyrilestrum um siðamisbrot, diabetikarar, orð, ið menna, lit- og kostráðgeving. Fyrilesturin um urtagarðsrøkt er seinasti fyrilestur áðrenn summarsteðgin.
Fyrilesturin er ókeypis og Kvinnufelagið bjóðar til ein drekkamunn undir tiltakinum.