Týsdagin 28. oktober kl. 15.00 fer Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, at hava fyrilestur í Tilhaldinum undir heitinum ?Hava írskir munkar búð í Føroyum?? Vit hava øll lært í skúlanum, at írskir munkar búðu her, áðrenn okkara forfedrar búsettust í Føroyum. Men er hetta rætt, spyr Zakarias Wang í fyrilestrinum, sum hann fer at halda týsdagin klokkan 15.
Í almenna fyrilestrinum í Tilhaldinum fer Zakarias Wang at greiða frá, hvat hetta uppáhald byggir á, og um tað er trúligt, sæð í ljósinum av nútíðar vitan.
Í Tórshavnar kommunu eru fleiri høli, har eldri fólk kunnu hittast til ítriv og prát. Tað størsta er Tilhaldið í Tórsgøtu, sum læt upp í 1998, skrivar kommunan á heimasíðu síni.