Leygardagin 28. oktober kl. 15.00 heldur Óluva Klettskarð, lærari í søgu og føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, almennan fyrilestur um Føroyingasøgu í søguligum og bókmentaligum ljósi. Fyrilesturin verður í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð.
Føroyingasøga er eitt høvuðsverk í bókmentum okkara. Hon viðger tíðina um ár 1000, men serfrøðingar eru misjavnir á máli, um hon skal metast sum søgulig kelda ella sum skaldskapur.
Fleiri rithøvundar hava gjøgnum tíðina brúkt tilfar úr Føroyingasøgu í verkum sínum. Sjóvarbøndurnir yrktu kvæði við evnum úr Føroyingasøgu, Mikkjal á Ryggi yrkti Brestiskvæði, og skaldabrøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus yrktu við evnum úr Føroyingasøgu, Janus eitt nú Gandkvæði Tróndar, og Hans Andrias eitt nú Deyðastund Tróndar. Jeffrei Henriksen hevur yrkt Bjarnabana, og mong onnur dømi kundu verið nevnd. Hesi dømi benda á, at Føroyingasøga hevur havt ? og framvegis hevur ? stóran týdning fyri føroyskan samleika.
At viðgera Føroyingasøgu úr bókmentaligum og søguligum sjónarhorni, er tí áhugavert og viðkomandi, ikki minst hjá teimum, sum í dag undirvísa í søgu og føroyskum.
Tað er Móðurmálslærarafelag Føroya, sum skipar fyri fyrilestrinum.