Tað er eitt merkiligt og øvugt fyribrigdi í føroyskum politikki, at tveir av flokkunum á tingi ? javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin ? hava havt so ilt við at samstarvast ta seinastu hálvu øldina. Eitt samarbeiði millum hesar flokkar átti at verið natúrligt. Báðir eru tjóðskaparligir og sosialir flokkar. Teir áttu ? saman við øðrum flokkum ? at kunnað førkað Føroyar nærri tí máli, sum sjálvstýrisfólk í meira enn eina øld hava sæð fyri sær, og sum mong sambandsfólk eisini taka undir við: eini sjálvbjargnari tjóð, einum rættvísum samfelag.
Teir stóru sjónleikahøvundarnir vísa okkum, at ofta skal ein kreppa til fyri at fáa gamlar fíggindar at taka lógvatak, ítí teir ? sum standandi á tindum ? síggja ta heilu myndina. Vit eru mong, sum ikki bara høvdu vónað, men eisini væntað, at ein slík katarsiskend sjálvsásannan fór at fáa hesar báðar sosialu og tjóðskaparligu flokkarnar í okkara landi at finna eina semju, nú stór tøk skuldu takast, og torgreidd mál loysast. Báðir høvdu fá ár frammanundan gjørt mistøk so stór, at tey vóru um at forkoma landi og fólki, og hvørgin hevði sostatt nakað at kastað hinum fyri. Eitt politiskt samstarv av hesum slag átti sjálvsagt at fevnt um aðrar politiskar flokkar, sum ein sjálvrannsakan av sama slag hevði edlað.
Men gakk! Áðrenn hálvtalað var orð, kom split í. Samstarvið var av ongum. Tað hevur verið lítið hugaligt at eygleitt gongdina henda veturin. At kalla ikki ein einasta kronikk ella hugleiðing hevur havt dám av tí heilu sjónini, tí avvigaðu metingini ella tí frígerandi syntesuni. Skrivingin hevur í alt ov stóran mun verið eyðkend av demagogi, grunnleika, lirkan við tølum og í summum førum einum illnatnum, brigslutum tóna, sum ? nú vit nærkast eini uppgerð ? lættliga kann enda við, at eldur er í skálanum. Slíkur kostur verður ringur fyri tjóðarheilsuna og syndrandi fyri tjóðarsamanhaldið.
Tað átti hóast alt ikki at verið so ómøguligt at nærkast hvør øðrum. Báðir flokkar vilja av við blokkin, á skipaðan hátt og eftir einum áramáli. Báðir vilja, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land, javnlíki hjá teimum suverenu statunum í Norðurlondum. Báðir flokkar vilja, at Føroyar skulu varðveita ? kanska vaksa um ? samstarvið við Danmark, Norðurlond og umheimin sum heild..
Tað, sum eftir er, áttu flokkarnir at kunnað sett seg niður og tosað um. Fyri stuttum var eitt moralskt og politiskt stórmenni og vitjaði í Danmark. Nelson Mandela fekk eisini høvi til at heilsa uppa formannin í javnaðarflokkinum. Henda sjarmerandi ímyndin av einum elder statesman er fyridømi, tí hann í sínum heimlandi megnaði at skapa sátt millum blóðugar fíggindar og sostatt ? vónandi med alla ? gera enda á einum ræðuligum ættarklandri. Á henda hátt bjargaði hann landi sínum. Kundu Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal ikki ? í hansara anda ? sett seg niður og, saman við øðrum floksformonnum, funnið eina haldgóða loysn á teimum stjórnmálaligu og búskaparligum málum, ið so ella so skulu loysast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark? Hugsar ein um, at javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin stjórnmálaliga í roynd og veru liggja at kalla borð um borð, er ilt at síggja, hví ikki ein slíkur dialogur kundi borið frukt.
Á ein hátt liggur ein loysn beint fyri fótunum. Javnaðarflokkurin hugsar sær eitt samstarv millum lond, sum standa javnbjóðis hvørt øðrum. Eftirsum Danmark er eitt fullveldi, áttu Føroyar eisini at kunnað verið tað, annars vóru londini ikki javnlíkar. Hóast javnaðarflokkurin, eins og fólkaflokkurin, heldur upp á, at ein stjórnmálalig og ein búskaparlig frígering eiga at fylgjast at, er hesin flokkur sostatt ikki langt frá eini prinsipiellari góðtøku av fullveldistankanum. Hinvegin tosar tjóðveldisflokkurin um gjaldoyrasamband, felags ríkisborgararætt og felags kongshús. Í hesum liggur eitt slag av unión, sum á føroyskum rópast samveldi.
Trupulleikin er m.a. tann harði búskaparligi veruleikin, sum ikki altíð stuðlar strembanini fram ímóti einum føroyskum fullveldi, og sum viðhvørt tykist at standa í andsøgn til hana. Aftrat tí kemur hugsjónin um tað samhaldsfasta samfelagið. Henda hugsjón er ein fyritreyt fyri øllum tjóðskaparligum og politiskum frambrotum. Tí føringar fara aldrin at góðtaka eina skipan, har stættamunurin ? sum longu nú er grefligur í okkara samfelag ? verður uppaftur meira skerptur, líkamikið hvussu glæsiligur tann tjóðskaparligi glasururin er. Hvat báðum hesum fyribrigdum viðvíkir, kundi javnaðarflokkurin givið tjóðveldisflokkinum stuðul og ? har ið tað krevst ? konstruktivt mótspæl.
Eftir mínum tykki hevur okkara lítla fólk alt at vinna av einum breiðum politiskum samarbeiði. Víst eru ting, eitt fólk kann vera ósamt um. Men tað eru eisini løtur, tá tað einasta rætta er at draga eina línu. Tað er einum slíkum tíðarskeiði, vit liva í nú. Ein politikkur, sum hevur eina breiða semju, í fólkinum og á tingi, aftan fyri seg, skapar virðing og gevur styrki, tá samráðingar vera. Hann kann tryggja, at tey stjórnmálaligu framstig, ið gjørd vera, eru so væl umhugsað - og tí so haldgóð - at tey ikki verða kollrend av tí fyrsta konjunkturskiftinum, tí fyrsta prísfallinum ella tí fyrsta stórkrígnum. Hann kann tryggja eina skilagóða samanseting av tí sjónardæmda og tí veruleikakenda. Og hann borgar fyri, at okkara landsmenn og landskvinnur fara undir sína størstu avbjóðing nakrantíð, øksl móti øksl og í góðum tokka.
Sorgarleikurin í føroyskum politikki hevur mangan verið, at hansara íðkarar vóru miklir taktikarar, men smáir strategar. Er ikki ? nú túsundáraskiftið er í nánd ? orsøk til at vænta sær, at ?blindir fáa megi at lata eygu sundur ? og síggja allar gøtur saman finnast??
Hanus Andreassen