Fyrimunirnir fyri Havnina: Vit fáa stórt byggilendi

.

Í høvuðsheitum verður størsti fyrimunurin fyri Havnina, at kommunan fær ein sera góðan fjørð í kommununi, og harafturat stórt byggilendi framvið sjónum. Samstundis hava kollfirðingar ídnaðarøkið tøk.

Í Havnini er at møguleikarnir at byggja út framvið sjónum at kalla uppi.

So fáa vit Kollafjørð uppí, fáa vit bygt út skjótari, enn vit annars høvdu fingið.

Tí fer tað at minkað stórliga um trýstið at útbyggja Tóshavnar Havn, hóast útbyggingar har framvegis eru neyðugar

Samstundis verður støða okkara staðfest sum størsta kommuna í landinum.

Leivur Hansen heldur ikki, at tað er oljuvinnan, sum hevur skundað undir samráðingarnar um samanlegging, men hann heldur, at tað ræður eisini um at verða til reiðar, um hom kemur.