Fyrimunur at síggja gott út

- Eg havi helst røttu útsjóndina, og ein kvinna, sum sær hampuliga gott út, kann draga hyggjarar, sigur Anne Lindfjeld, MTV-vertur. Rás2 tosar við hana í morgun Tey flestu rockáhugaðu munnu kenna MTV-sendingina Headbangers Ball, sum í ár kann halda sítt 20 ára jubileum.

 

Vertur í donsku útgávuni av Headbangers Ball er modellin Anne Lindfjeld, og hon sigur, at tað var rættiliga tilvildarligt, at hon gjørdist vertur í rocksendingini á MTV.

 

- Eg søkti ikki arbeiði, men tey, sum standa fyri framleiðsluni, komu fram á mín myspace-profil og vendu sær til mín. Royndarupptøkurnar gingu illa, men eg fekk arbeiðið alíkavæl, og tað eri eg fegin um, sigur Anne Lindfjeld.

 

- Eg havi helst røttu útsjóndina, og eg havi áhuga fyri hørðum rocktónleiki. Ein kvinna, sum sær hampuliga gott út, kann draga hyggjarar, og tað var kanska eisini viðvirkandi til, at eg fekk kjansin, sigur Anne Lindfjeld.

 

Morgunsendingin á Rás2 tosar í dag við Anne Lindfjeld.