Fyrimunur at samráðast saman

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at tað kann vera ein fyrimunir, at øll arbeiðarafeløgini nú fara at samráðast saman

SAMRÀÐING

Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, metir tað vera ein fyrimun, at arbeiðarafeløgini nú hava slættað sjógv og ætla sær til komandi samráðingar sum ein maður.
?Við seinastu sáttmálasamráðingar í 2001 gav hetta stórar trupulleikar, og var viðvirkandi til at vit fingu eitt drúgt verkfall. So vit síggja tað bert sum ein fyrimun at arbeiðarafeløgini samráðast saman. Og ongantíð betur enn at hetta er eitt stig á leiðini til at fakfeløgini finna meira saman?, sigur Vilhelm M. Johannesen.
Hann sigur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, at arbeiðsgevararnir ofta við undanfarnar samráðingar hava havt trupulleikar av, at mótparturin hevur samráðst í 2 bólkum við ymiskum krøvum og ynskjum. Tí fyri arbeiðsgevararnar hevur tað nógv at siga, at lønin og onnur arbeiðsviðurskiftir eru eins um alt landið.
Tað var Ingeborg Winther, sum í sambandi við aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag gjørdi greitt, at nú skal samráðast sum ein maður. Nýggi formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen, segði í sambandi við, at hann varð valdur sum formaður, at hann eisini var sinnaður fyri hesum, men Havnar Arbeiðsmannafelag skal ikki læta initiativið til Føroya Arbeiðarafelag, sum tískil ikki skal samráðast teirra vegna, men tey skulu vera javnt umboðaði við samráðingarborðið.