Fyrireika »E elski Førjar«

Sjúrður Skaale svingar í hesum døgum dirigentstavinum yvir »Eg elski Førjar«-liðnum, sum fyrireikar seg til framførslur í Norðurlandahúsinum

Skemtirøðin í sjónvarpinum, »E elski Føroyar« gjørdist so væl umtókt, at leikararnir gjørdu av at framføra leikin á palli.

Men tað verður ikki við teimum innsløgunum, vit hava sæð í sjónvarpinum.

- Talan verður um heilt nýtt tilfar, bæði hvat dialogi og sangi viðvíkur, sigur Sjúrður Skaale.

Tað verður kortini soleiðis, at talan verður um somu figurar sum í sjónvarpsrøðini.

Tað verða eisini somu fimm leikararnir, sum trína á pall vikuskiftið 13., 14. og 15. juli. Teir eru Jensina Olsen, Bárður Persson, Elsa Maria M. Olsen, Lív Reynheim og Sjúrður Skaale.

At spæla undir hara tey fingið kendu tónleikararnar Kim Hansen, James Olsen og Paula Magnussen.

Nevnast kann, at tað longu nú er um at verða útselt til fyrstu sýningina. Fyribils eru so bert nevndu tríggjarsýningar á skránni, so tað ræður um at bera skjótt av, um ætlanin er at síggja »E elski Førjar« á palli.