Fyri trimum vikum síðani gjørdi Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, púra greitt í Sosialinum, at arbeiðsgevarar fóru at stevna fakfeløgini eftir endurgjaldi fyri hvørt oyra, teir mistu, um verkfall bleiv av einum ósemju, teir onga ávirkan høvdu á.
Nú er greitt, at hetta vóru ikki tóm orð.
Fríggjadagin fóru eini 15 fakfeløg við umleið 16.000 limum í 24 tíma arbeiðssteðg fyri at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum.
Og nú eru arbeiðsgevararnir longu farnir at fyrireika seg til eitt endurgjaldskrav.
Jan Mortensen, skrivari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at felagið er farið at kanna hjá nøkrum arbeiðsgevarum, hvussu roknistykkið fyri fríggjadagin sær út.
Vit hava tosað við nøkur virki, sum vóru rakt av arbeiðssteðginum og biðið tey kanna eftir, um tey kunnu prógva, at arbeiðssteðgurin førdi til, at tey mistu pengar.
Hann sigur, at kunnu arbeiðsgevararnir prógva tap av arbeiðssteðginum, verður endurgjaldskrav lagt ímóti fakfeløgunum.
Men hann leggur afturat, at skal talan verða um endurgjaldskrav, er neyðugt við einum væl prógvaðu missi.
Og so er spurningurin, hvussu stort tapið er.
Arbeiðssteðgurin var beint eftir nýggjár, og tað er ein spurningur, hvussu stóran miss fiskakeyparar t.d. hava havt av arbeiðssteðginum, tí nógvir bátar vóru ikki út aftur farnir eftir høgtíðina, og aðrir, sum vóru farnir, vóru ikki lidnir við túrin, sigur Jan Mortensen.
Hevði talan verið um eina vanliga viku, hevði málið verið rættiliga upplagt.
Í fyrstu atløgu eru tað fiskakeyparar, Arbeiðsgevarafelagið hevur spurt, um teir kunnu skjalprógva fíggjarligan miss av arbeiðssteðginum.
Tað eru eisini onnur virki í Føroyum, men vit hava fyrst vent okkum til teir arbeiðsgevarar, sum tað er mest upplagt at kanna.