Fyrireika ársmøti í Leguhúsinum

Nesvík: Tað er longu langt síðani, at fyrireikingarnar til Ársmøtið hjá Heimamissiónini byrjaðu. Hetta stóra tiltakið verður í Leguhúsinum í Nesvík dagarnar 21. til 24. apríl.

Sagt verður, at eitt slíkt ársmøtið er fyri øll. Á skránni verða alskyns tiltøk, bæði fyri børn, ung og eldri.
Sum nakað nýtt í ár verður skipað fyri áhugatímum og einari sangløtu leygarmorgunin har lovsangsbólkur luttekur.