Tað er sumt, sum bendir á, at grasvøllurin í Hvalba verður nýggi heimavøllurin hjá TB. Á bygdaráðsfundi í Hvalba fortald borgarstjórin, Otto West, at óformligur fyrispurningur var komin frá TB um møguleikarnar fyri at leiga vøllin næsta kappingarár, eftir at gamli og siðvandi vøllurin á Sevmýru ikki longur lýkur krøvini.
Men hann legði afturat, at enn var ongin formlig áheitan komin.
Í hesum sambandi tosaði bygdaráðið um at skipa arbeiðið at røkja vøllin væl í eina fastari legu, skuldi tað hent, at fleiri dystir verða spældir á honum enn vanligt.
Og sum skilst, er bygdaráðið vælviljað til at gera sítt til at fáa hetta at bera til.
Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB, staðfestir, at enn er ongin avgerð tikin, men at hon verður tikin í næstu framtíð.
Kortini ásannar hann, at vøllurin í Hvalba er tann mest sannlíki møguleikin, um so er, at ein avtala fæst í lag.