Í morgin verður matiné í Havnar kirkju sum fyrireiking til Berlinsku tónleikakapppingina 2011. Tey seks, sum fara at royna seg í kappingini, eru Súsanna Thomsen og Birita Gullfoss, violin, Gwendolin Philbrow, cello, Lena Jacobsen, sum spælir klarinet og trompetleikararnir, Anna Sofía Jørgensen og Petur Poulsen. Tónleikakappingin fyri klassiskan tónleik, sum Berlingske Tidende í nógv ár hevur skipað fyri, verður í ár hildin í Keypmannhavn Klassiske 7. og 8. mai 2011.
Fleiri ferðir hava ungir føroyskir tónleikarar luttikið ? og tey hava klárað seg rættiliga væl. Í fjør var Rúni Hentze úr Fuglafirði, sum spælir trompet, ein av teimum sjey luttakarunum, sum vunnu gullheiðursmerki.
Og í ár fara so aftur seks føroyingar til Keypmannahavnar at royna seg.
Tað verður Birgitte Schnakenburg, sum fer at hava klaverfylgisspælið, tá matiné verður í Havnar kirkju í morgin.