Tríggjar atkvøðugreiðslur eru um skrivligar fyrispurningar frá tingfólkum til landsstýrisfólk.
Tingkvinnan Edva Jacobsen spyr um umlætting og bygningar hjá Almannaverkinum. Tingkvinnan Rósa Samuelsen spyr landsstýrismanninum í almannamálum um sosialar bústaðir, og Jóhannis Joensen, tingmaður, spyr landsstýrismannin í fíggjarmálum um eftirsleipið av vegakervinum.
Onnu viðgerð verður av uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð.
Onnur viðgerð verður eisini av eykajáttanaruppskotið hjá Beintu Løwe, tingkvinnu, um skýli til ferðafólk í Kalsoynni. Onnur viðgerð verður eisini av uppskotinum hjá Ingilín Strøm, løgtingskvinnu, um seksualundirvísing í fólkaskúlanum, og sum tað síðsta fer Løgtingið at undir fyrstu viðgerð av uppskoti frá Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum til Løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.
Uppskotið gongur út upp á at geva landsstýrinum heimild at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina.
Meira um uppskotið frá landsstýrismanninum kann lesast her: www.logting.fo/mal/mal/