Fyrra hálvár lakari í lønum

Lønirnar í ár eru nakað minni samanborið við í fjør.

Í mai vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 586 milliónir krónur, sum er 1,4% minni enn í apríl. Lønirnar í ár liggja annars um 590 milliónir um mánaðin, og er hetta eitt nakað minni, enn hvat lønirnar vóru á heysti í fjør heyst, tá tær vóru smáar 595 milliónir krónur um mánaðin.

Trendurin seinasta árið vísir, at lønirnar vóru hægstar í september 2012, men at lítla fallið, sum hevur verið síðan tá, er steðgað.

Um hugt verður at lønargjaldingum í vinnugreinum, sæst ein afturgongd. Higartil í ár hevur verið afturgongd í ídnaðarvinnunum, serliga innan fiski- og alivinnuna er afturgongdin stór. Tænastuvinnurnar hava lítla framgongd, men ein partur av orsøkini er, at tað var verkfall í fjør.

Sama gongd sæst innan løntakarar.

Til ber at lesa meira um lønargjaldingarnar her