Tað fór fram sjálvboðin aftur í november, tá løgreglufólk vóru á adressuni hjá fyrrverandi prinsinum í Windsor. Tað sigur ein talsmaður fyri løgregluna við BBC.
Óvist er, hví hann varð biðin um at avhenda loyvini.
Fyrrverandi Andrew prinsur er kendur fyri at vera sera áhugaður í veiðu.
At hann ikki longur hevur skotvápnaprógv merkir, at hann í framtíðini skal vera undir eftirliti, um hann brúkar ella flytur vápn.
Hann varð strikaður av øllum sínum titlum og framíhjárættindum í oktober. Hetta hendi eftir eina røð av ákærum, eitt nú neyðtøku.
/Ritzau/










