Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima hjá okkum.
Tað sigur Rúni Sørensen.
Hvat verður etið um jólini?
- Jólaaftan hava vit føroyska gás og útlendska dunnu.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Nei, eg havi ikki nakað serligt jólaynski.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning.
Rúni Sørensen vísir á, at um jólini er alt so væl pyntað.
- Alt er so upplýst í hesi myrku tíð, og tað er hugnaligt, leggur hann aftrat.











