Tað var hósdagin, at Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, og Kristoffur D. Joensen, stjóri í Sp/f Install, skrivaðu undir sáttmála um veiting av landstreymsskipan til Vestaru bryggju í Havn.
Skipanin er ætlað at kunna veita landstreym til skip, sum landa til Barðið, herundir serliga frystilínuskip, umframt onnur skip og bátar, sum liggja við Vestaru bryggju. Framyvir skulu hesi skip binda í landstreym, tá ið tey koma inn at landa ella liggja har, sum vit skrivaðu um her á síðuni fríggjadagin.
Við útvarpið sigur Elsa Berg, at verkætlanin fer at kosta 2,4 milliónir krónur.
Men høvuðsstaðarkommunan fær stuðul frá landsstýrinum til ein stóran part av verkætlanini, sigur hon. Tórshavnar Havn skal tó rinda umleið helmingin av íløguni, sigur Elsa Berg við Kringvarpið.
Men tað verður ikki eitt krav, at skip skulu nýta landsstreym. Tað verður í fyrstu syftu eitt tilboð. Men tað er ikki óhugsandi, at tað verður eitt krav í framtíðini, sigur hon.
Sum vit skrivaðu fríggjadagin, so er nógv virksemi á Vestaru bryggju, sum liggur lutfalsliga nær við býin, og serliga bústaðarøkið úti á Reyni fær við hesi skipan gagn av, at óljóð frá skipunum við vestaru bryggju fer at minka, tá ið skipini framyvir fara at knýta í landstreym, skrivar Tórshavnar kommuna.
Skipanin veitir streym við spenningi á 3x400 V, og hevur ein samlaðan streymmátt á 800 Ampere. Tríggir “stabbar” við streymúttøkum verða staðsettir framvið bryggjukantinum, hvør við fimm streymúttøkum í støddunum 16 A, 32 A, 63 A, 125 A og 2 við 250 A. Eitt skip kann sostatt fáa upp til 500 A av streymi, ið gevur umleið 300 kW av mátti.











