– Jú, tað passar. Eftir langa og drúgva umhugsunartíð havi eg játtað at stilla upp til býráðsvalið.
Tað sigur Jan Christiansen, fyrrverandi býráðslimur og borgarstjóri í Havn.
Jan Christiansen varð fyrstu ferð valdur í býráðið í Havn á valinum í 1984. Hann varð valdur aftur hvørjaferð á teimum næstu sjey valunum fram til 2008. Valskeiðið frá 2000-2004 var hann borgarstjóri.
Seinastu fýra árini hevur Fólkaflokkurin bara havt tvey umboð í býráðnum, Sjúrð Olsen og Boga Andreasen.
Fólkaflokkurin hevði triðja uppstillingarfund í gjár. Listin er ikki kunngjørdur enn, men sum skilst er hann um at verða fullmannaður.
– Vit hava ein góðan modernaðan lista við fólkum, sum vilja býnum væl. Eg haldi, at hetta er eitt gott toymi, sigur ein væl nøgdur Jan Christiansen.