EM-endaspælið hevur fylt so at siga alt í fótbóltsheiminum seinasta mánaðin, men kortini eru eisini aðrar fótbóltskappingar, sum hava koyrt sína vanligu gongd hesa seinastu tíðina.
Kinesiska landskappingin er blivin nakrar stjørnur ríkari seinasta mánaðin. Í høvuðsheitum orsakað av nógvu pengunum, sum brúsandi kinesiski búskapurin hevur givið til fótbóltsfeløgini. Ein av teimum, sum hava valt at fara til Kina innanfyri seinasta, er brasilski miðvallarin Ramires, sum frammanundan spældi við Chelsea.
Leygarkvøldið tapti Jiangsu, sum er felagið hjá Ramires, 2-1 ímóti Shandong. Óvist er, hvørja brotsgerð Ramires hevði framt, men undir øllum umstøðum fekk hann tað reyða kortið eftir, at dómarin hevði floytað av.
Sum tað sæst í upptøkuni ovast í greinini, so var Ramires alt annað enn nøgdur við dómin. Dómarin skal helst prísa seg lukkuligan fyri, at menn vóru klárir, sum forðaðu Ramires í at enda í hornatøkum við dómaranum.