Fyrrverandi ráðfrúan, Birte Weiss, andaðist í gjár eftir drúgva sjúkralegu. Hon var 84 ára gomul.
Hetta boðaði sonur hennara Jakob Weiss frá fyri Ritzau.
Jarðarferðin verður úr Mariukirkjuni á Vesterbro í Keypmannahavn. Dagurin er ikki ásettur enn, upplýsir hann.
Birte Weiss kundi verið fyrsti kvinnuligi forkvinnan í danska fólkatinginum í 1998, men tapti Ivar Hansen úr Vinstra.
Beinleiðis orsøkin til, at hon ikki gjørdist forkvinna í Fólkatiginum var eitt stríð millum danska og føroyska Javnaðarflokkin. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, var valdur í Fólkatingi, men hann atkvøddi ikki, og tí stóð á jøvnum millum Birte Weiss og Ivar Hansen, sum vann við lutakasti.
Men óansæð, so setti Birte Weiss verulig spor eftir seg gjøgnum eitt langt lív í politikki fyri Javnaðarflokkin og sum journalistur. Ikki minst í mun til flóttafólkapolitikkin.
Í 2024 var hon millum tær "30 kvinnurnar, sum hava havt ávirkan á demokratisku stjórn Danmarkar seinastu 100 árini", lýst á einum málningi hjá listakvinnuni Mie Mørkeberg. Málningurin hongur á Christiansborg.
Birte Weiss varð fødd á altjóða arbeiðaradegnum, 1. mai, í 1941 undir seinna heimsbardaga.
Fyrst í 1960-árunum tók hon útbúgving sum journalistur hjá javnaðarpressuni, og hon arbeiddi seinni millum annað hjá Information og Danmarks Radio.
Politikkur dróg tó eisini, og í 1971 varð Birte Weiss fyri fyrstu ferð vald á fólkating.
Hon sat á tingi, við avbjóðingum, í 25 ár til valið í 2001. Her valdi hon at siga farvæl við politikkin fyri at gerast journalistur aftur, hesaferð í Weekendavisen.
Birte Weiss var næstforkvinna í Sosialdemokratunum í 12 ár, og hon gjørdist kirkjumálaráðfrú, innlendismálaráðfrú og heilsumálaráðfrú. Hon fór úr starvinum sum ráðfrúa eftir valsigurin hjá SR-stjórnini í 1998 við grundaðum vónum um at taka við fólkatingsformansstarvinum.
Árið eftir tók Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, aftur Birte Weiss í sítt ráðharratoymi, hesaferð sum KT- og granskingarráðfrú, har hon sat til hon gavst í 2001.
Í síni tíð sum innanríkisráðfrúa frá 1993 til 1997 fór Birte Weiss av álvara at gera flóttafólkapolitikk, tá hon hevði ábyrgdina av bosniskum flóttafólkum, sum komu til Danmarkar.
Í 1996 vitjaði hon eina hópgrøv í Bosnia, sum fekk hana at vilja lýsa ræðsluna og avleiðingarnar av krígnum.
Í 2000 gav hon út bókina "Vitni av galskapi" í samstarvi við Balkanserfrøðingin Karsten Fledelius, sum snýr seg um kríggið í Bosnia og bosnisku flóttafólkini, sum komu til Danmarkar.
Átta ár seinni fylgdi hon upp við bókini "Krigens arvinger" um semjutilgongdina eftir borgarakríggið. Hon varð skrivað, meðan hon búði í Sarajevo, og bókin varð seinni týdd til bosniskt.
Í 1965 giftist Birte Weiss Ove Weiss, sum eisini er útlærdur journalistur. Hjúnini fingu tveir synir, sum báðir gingu í fótasporum hjá mammuni.
Lars Weiss var fleiri ferðir borgarstjóri í Keypmannahavn, meðan Jakob Weiss er redaktionellur menningarleiðari hjá Berlingske.
/Ritzau/










