Í meira enn tvey ár var Róðrarneystið í Vestmanna staðið, har fleiri fyrrverandi flakakvinnur komu saman. Nú Róðrarneystið verður leigað út til Vælveru-Fitness, fingu kvinnurnar brúk fyri øðrum hølum at hittast í.
- Hølini, sum nú eru karmur um hugnaligu løturnar hjá flakakvinnunum, eru gomlu Sýslumanshúsini, sum Vestmanna kommuna eigur.
Kvinnurnar koma saman týsdagar og hósdagar frá klokkan 9.30 -11.30. Hugnalig samvera, prát og drekkamunnur er á skránni hjá kvinnunum, og tær hava eisini stokkarnar við.
- Vit frøast um, at kvinnurnar nú fara at húsast í Sýslumanshúsunum, sum eisini eru karmur um Dagtilhaldið og Talvfelagið.
Vestmanna kommuna sigur, at umframt hesi føstu húsfólkini, sum tikið verður til, verða Sýslumanshúsini eisini brúkt til fundarvirksemi hjá kommununi.