Fyrrverandi forsetar heiðraðu John McCain

Nógv fólk vórðu savnað at minnast krígshetjuna og senatorin, men forsetin vísti seg ikki

Í dag hevur minningarhald verið fyri fyrrverandi amerikanska senatorinum og krígshetjuni, John McCain. Hann doyði fyri einari viku síðani av krabbameini í heilanum, 81 ára gamal.

 

Til stóra minningarhaldið í Washington National Cathedral vórðu røður hildnar um fyrrverandi senatorin við sterku persónligheitini, sum í seks ár var krígsfangi undir Vietnamkrígnum. Millum talararnar vóru fyrrverandi forsetarnir, George W. Bush og Barack Obama.

 

Í 2008 var John McCain forsetavalevni hjá republikanarunum og tapti valstríðið til Barack Obama. Hóast teirra nógvu ósemjur, so duldi Obama ikki fyri, at McCain var við til at gera Amerika til eitt betri land.

 

- John McCain var ein heilt serligur maður – ein stríðsmaður, ein státsmaður og ein tjóðskaparmaður. Hann forstóð, at nøkur prinsippir hava størri týdning enn politikkur. Og hann trúði uppá ærligt kjak og at hoyra onnur sjónarmið, segði hann.

 

George W. Bush kallaði hann ein ærligan og djarvan mann, og segði seg vera glaðan fyri, at hann slapp at njóta eina av lívsins størstu gávum – vinarlag við John McCain.

 

Fyrsti talari var Meghan McCain, sum er dóttir senatorin, og hon helt eina kensluborna og sterka talu, har hon mintist pápa sín. Hon vendi eisini taluna til at vera poltiska og fanst at sitandi forseta og hansara politikki.

 

- Amerika fyri John McCain reypar ikki, tí tað nýtist ikki. Amerika hjá John McCain nýtist ikki at verða gjørt stórtsligið aftur, tí Amerika hevur altíð verið stórtsligið, segði hon og sipaði til slagorðið hjá Trump “Make America great again”.

 

Donald Trump, forseti, var ikki til staðar til minningarhaldið. Hetta kemst av beiskum politiskum stríði teirra millum, og McCain skal sambært fleiri miðlum hava sagt, at hann ikki ynskti forsetan at vísa seg til sína jarðarferð.

 

Donald Trump hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri mátan, hann sum forseti hevur úttalað seg um deyðan hjá John McCain. Hann skrivaði eina stutta dagføring á Twitter, har hann segði seg hava samkenslu við McCain familjuni, men einki orð varð sagt um John McCain sjálvan. 

 

Leygarkvøldið fór flaggið í Hvíta húsinum á hálva stong, men longu mánadagin var flaggið aftur á fullari stong. Nógv gjørdu vart við seg og hildu tað vera respektleyst ikki at flagga við hálvari stong til dagin, hann skuldi fara til gravar. Trump tók eftir øllum at døma kritikkin til sín, tí flaggið varð stutt aftaná vundið upp á heila stong aftur.