Fyrrverandi løgmálaráðharrin Hans Engell: Ognarrættur til ráevni sligin fastur við sjeytummaseymi

RÁÐEVNI GO UNDIRGRUND: - Ikki færri enn tríggjar danskar stjórnir hava púra klárt meldað út sína støðu. Føroyski ognarrætturin til ráevnini er sligin fastur við sjeytummaseymi fleiri ferðir, nú seinast av nýggja forsætisráðharranum. Og sama av samdum fólkatingi sigur Hans Engell, fyrrv. ráðharri

Hans Engell var løgreglumálaráðharri í donsku stjórnini, tá Poul Schlüter, forsætisráðharri og Atli Dam, løgmaður undirskrivaðu avtaluna um ráevnini í føroysku undirgrundini. Hóast røddir hava verið frammi í bæði Danmark og Føroyum, sum sáa iva um veruliga virði av hesi avtalu, so hevur Hans Engell ikki verið í iva og er tað heldur ikki í dag, 10 ár eftir at avtalan varð undirskrivað. ?Tað er eingin ivi um, at avtalan klárt og greitt sigur, at Føroyar eiga tær inntøkur, sum kunnu koma frá olju og gassi í undirgrundini. Ráevnini í undirgrundini eiga Føroyar.

-Nú hava serliga tjóðveldispolitikarar reist spurningin eitt nú til fólkatingsvalið, um ikki danir kunnu taka rættin til ráevnini aftur, tá tað hóvar teimum. Sagt verður, at ikki fyrr enn føroyingar eiga sjálva undirgrundina, eiga vit eisini rættin til ráevnini í henni.

Hans Engell: -Hatta haldi eg er at skapa eina øsing ella sum hann málber seg ?det er at oppiske en stemning?. Tí sjálvandi kunnu føroyingar eiga ráevnini uttan at eiga undirgrundina. Uttan mun til hvørja danska stjórn vit hava, so er tað á tí økinum givin so ein so greiður garantiur, at hetta kann ikki broytast aftur. Tað fer ongantíð at blíva valt eitt fólkating, sum verður sett soleiðis saman, at tann avgerðin kann broytast. Tað er útilokað. Tað verður ikki broytt nakað við henda politiska veruleika. So avgjørdur er fyrrverandi danski løgmálaráðharrin Hans Engell í spurninginum, sum møguliga fer at verða partur í føroyska valsstríðnum komandi.

Hann vísir á, at ikki færri enn tríggjar danskar stjórnir hava púra klárt meldað út sína støðu í hesum máli. Føroyski ognarrætturin til ráevnini eru sligin fastur við sjeytummaseymi fleiri ferðir, nú seinast av nýggja forsætisráðharranum.

Hans Engell sammetir útmeldingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum um rættin til ráevnini við tey óhepnu politisku útspæl, sum eitt nú Dansk Folkeparti kemur við á fólkatingi. Hann heldur ikki, at handfaringin hjá Tjóðveldisflokkinum av hesum málinum gagnar tí góða tónanum millum bæði londini, sum tað nú verður lagdur so stórur dent á. -Við slíkum útmeldingum leggur Tjóðveldisflokkurin bara upp til eina illstøðu, sum als einki grundarlag er fyri í Danmark.