Nú bleiv tað sum in.fo skrivaði fyri góðari viku síðani. Á aðalfundi í gjárkvøldið valdi HB Kaj Leo Holm Johannesen fyrrverandi løgmann, til formann í HB.
Finnbogi Arge, sum hevur verið formaður í fimm ár, takkaði fyri seg, og aðalfundurin valdi Kaj Leo Holm Johannesen sum formann.
Áðrenn Kaj Leo Holm Johannesen gjørdist politikkari, varð hann fyrst og fremst kendur sum fótbóltsspælari. Í mong ár vardi hann málið hjá HB. Sambært Faroesoccer stóð hann sín fyrsta dyst í 1984. Árini frá 1988 til 1998 spældi hann mest sum hvønn dyst. Fram til 2007 spældi hann onkran hendinga dyst, og so seint sum í fjør spældi hann ein dyst fyri næstbesta liðið hjá HB. Heilt av leið var avrikið ikki, dysturin móti AB endaði 0-0.
Fráfarni formaðurin, Finnbogi Arge, legði hart út við kappingarlok, tá hann boðaði frá, at nú skuldi HB upp á tindin aftur og skuldi gerast føroyameistari næsta ár. Jan Dam bleiv sagdur úr starvi og Sigfríður Clementsen bleiv settur í starv. Hóast nógv hevur verið prátað um styrk, so hevur enn verið heldur friðarligt rundan um HB. Spennandi verður at síggja, um gongd kemur í, nú Kaj Leo Holm Johannesen er vorðin formaður.