NBC News veit í dag at siga, at Alan Greenspan, sum var miðbankastjóri í USA árini 1987 til 2006, er deyður - 100 ára gamal.
- Í endanum av kalda krígnum og fram til byrjanina av talgildu tíðini, hjálpti Alan Greenspan til við at mynda nútímans amerikanska kapitalismu.
Tíðindastovan skrivar, at maðurin leiddi miðbankan, Federal Reserve, gjøgnum eina av longstu uppgangstíðum í amerikanskari søgu árini 1991 til 2001.
- Samstundis hevur hann fingið atfinningar fyri fíggjarkreppuna í 2007/ 2008, veit NBC News at siga.
Alan Greenspan varð útnevndur sum miðbankastjóri av Ronald Reagan, forseta, men var eisini miðbankastjóri undir øðrum forsetum eftir Reagan.
- Í 2005 handaði George W. Bush, forseti, honum sum miðbankastjóra "presidentens frihedsmedalje", sum heiðurin í USA verður róptur.











