Fyri tveimum árum síðan fór Saab av knóranum. Saab 9-3 sniðið, sum skuldi havt bjargað gomlu og heiðurskrýndu svensku bilframleiðsluni, varð tí av ongum.
Men nú er hent nakað óvæntað. Karl-Erling Trogen, sum er stýrisformaður í Saab og fyrrverandi stjóri í Volvo, sigur frá, at Saab kemur aftur sum elbilaframleiðari, og at framleiðslan av Saab 9-3 heldur fram.
- Tað er ein stór kensla nú eftir trotabúgvið at standa við nýggjari framleiðslu, sigur Karl-Erling Trogen við Dagens Industri sambært TV2 Finans.
Farnu tvey árini eru bara eykalutir framleiddir í gomlu verksmiðjunum hjá Saab í Trollhättan.