Tá Týr í 2001 royndu seg í Prix Føroyar finaluni, var tað við Pól Arna á odda, og við Jón Joensen á gittara. Jón stovnaði bólkin saman við beiggja sínum Hera Joensen, men stutt eftir fóru bæði Jón og Pól Arni úr bólkinum. Nú spæla teir saman, og spæla alskyns tónleik, føroyskan sum útlendskan og royna at leggja seg eftir fólkatónleiki, so sum írskar og skotskar vísur.