Amerikanski veðurstovnurin kunngjørdi herfyri, at tær tropisku ódnirnar í Karibiska Havinum verða væntandi fleiri í ár enn í fjør. Í fjør skrásettu veðurmenninir 15 sokallaðar tropiskar stormar, og níggju teirra gjørdust seinni til tropiskar ódnir.
Tann fyrsti tropiski stormurin í ár tók seg upp í Atlantshavinum hósdagin, og í gjár skuldi hann ætlandi raka vestara part av Kuba. Har høvdu myndugleikarnir ávarað fólk, og nógv høvdu fingið boð um at leita sær skjól.
Tropiski stormurin, sum hevur fingið navnið Arlene, kann menna seg til eina ódn á veg norður ímóti amerikonsku strondini. Roknað verður við, at illveðrið fer at herja statirnar Alabama og Missisippi. Arlene er sostatt nakað vestari enn ódnirnar í fjør. Tá raktu fýra tropiskar ódnir Florida, og tær gjørdu skaða fyri fleiri milliardir dollarar.