Í vikuni kom út fyrsta føroyska metbókin. Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur út bókina, sum er 200 blaðsíður til støddar. Í bókini eru umframt ørgrynnu av reint føroyskum metum, umleið 180 myndir, siga útgevararnir í tíðindaskrivi.
Ritstjóri er Sonni Jacobsen, og er tilfarið savnað inn seinasta árið.
Uppsetingina av permuni hevur Páll Joensen í Miðvági gjørt, og bókin er prentað á Dimmalætting, sum eisini hevur staðið fyri umbrótingini av bókini.
Í forðorðunum í bókini verður sagt, at sum við allari byrjan, so hava høvundarnir trilvað seg fram, tí ongar royndir vóru at dúva uppá.
Talan er uttan iva um eina spennandi bók, tí tað er forkunnugt at lesa um føroysk met. Tó er okkurt sum bendir á, at nóg stórur ómakur ikki hevur verið gjørdur til tess at kanna eftir, at tað, ið skrivað hevur verið, er rætt. Eitt nú stendur á síðu 16 um fyrsta skúlabygning í Føroyum. Har verður nevndur latínskúlin úti á Reyni í Havn. Her verður sagt, at hann varð bygdur í Havn í 1628 (sum eisini rætt er) »á leið har H. N. Jacobsens Bókhandil nú er, og hann varð bygdur dygst við kirkjuna og prestagarðin, ið stóðu har tá?«
Hetta er beinleiðis skeivt, tí latínskúlin var úti á Skúlareyni. Í bókini er eisini mynd av hesum gamla skúla, og í myndatekstinum verður sagt, at hetta er H. N. Jacobsens Bókahandil.
Høvundarnir blanda her tingini saman. Gamli Bókhandil er gamli Realskúlin, sum var bygdur í 1861 - hann hevur einki við gamla latínskúlan at gera.
Latínskúlin lá nærindis prestagarðinum, sum enn stendur úti á Reyni - og har stó kirkjan eisini, til Havnar Kirkja varð bygd í 1788.
Slíkir skeivleikar lýta bókina.
Í bókini eru sum nevnt nógvar myndir, men her hava høvundarnir heldur ikki gjørt sær ómak, tí myndagóðskan er út av lagi vánalig.
Sum myndakeldu uppgeva høvundarnir m. a. Sosialin (tað vita vit her á blaðnum einki um) og Dimmalætting, men vánaliga góðskan bendir á, at høvundarnir hava skannað myndir úr bløðunum heldur enn at keypa tær frá bløðunum, sum sjálvandi eiga einkarrættin upp á myndirnar.
Summar myndir síggja út til at verða kopieraðar beinleiðis úr Internet-Sosialinum og øðrum heimasíðum.
Annars ein áhugaverd bók at blaða í?