Petur Reinert, sum nú er altjóða dómari, skal tann 24. mars undir fyrstu altjóða uppgávuna. Talan er um elitukapping fyri U-17 lið, sum verður hildin í Italia. Liðini, sum taka lut í hesi, eru Kekkia, Italia, Slovakia og Ukraina.
Umframt Petur Reinert, skal Jón Kári í Brekkuni eisini við á ferðini sum hjálpardómari.