Bogaskjóting
Áðrenn Jógvan Magnus Andreasen og Jógvan Niclasen kundu fáa gullheiðursmerkini um hálsin, skuldu ein lang kapping skjótast.
Kappingini var á grasvøllinum á Svangaskarið. Skjótilíkindini vóru ikki nakað serliga góð. Tað lá tjúkt við mjørka á Toftum, so tað var ikki altíð gott síni til skjótiskivurnar. Eisini regnaði í løtum rættiliga illa, so valt varð at stilla seg undir tak við B-68 húsið og skjóta tvørtur um vøllin heldur enn eftir longdini á vøllinum. Òstøðugur síðuvindur frá høgru var eisini, og í løtum ávirkaði tað skjótingina yvir teir 70 metrarnar frá skjúttunum til skivurnar.
Í ár eru ongir Oyggjaleikir, og tað ávirkar støðið á skjótingini. At ongir Oyggjaleikir eru, kunnu eisini vera viðvirkandi til, at fleiri skjúttar, ið plaga at vera við, ikki vóru við í kappingini í ár.
Fari varð í gongd við at skjóta umleið klokkan tíggju og tað vóru 12 skjúttar, sum skutu innleiðandi kappingina, har 72 pílar vóru skotnir.
Úrslitið í compound bólkinum var, at stóri favoritturin, Jógvan Niclasen úr Tambar, var fremstur við 615 av 720 møguligum stigum. Hinir í compound bólkinum vóru allir juniorar – 18 ár og yngri – og fremstur av teimum var Nikkel Petersen úr Ørvi við 600 stigum. Hinir í bólkinum eftir stigatalvuni, vóru Magnus Andreassen, Kaj Johannesen og Bogi Andreasen.
Í recurve bólkinum vóru sjey luttakarar og áhugavert var, at heili tríggjar kvinnur luttóku. Innleiðandi gjørdist Jógvan Magnus Andreasen úr Vágaskotið fremstur við 507 stigum, næstur var Eirikur í Jákupsstovu við 412 stigum, so sigast kann, at Jógvan Magnus var í serflokkið innleiðandi.
Finalurnar
Í finalunum koma ofta óvæntaði úrslit, men í compound bólkinum broyttist onki. Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen komu í finalurnar, og Jógvan Niclasen vann við 100 stigum ímóti 91 hjá Nikkel Petersen. Í bronsudystinum skutu Kaj Johannesen og Bogi Andreasen. Kaj Johannesen vann dystin við 86 stigum ímóti 65. Møguligt er at fáa 120 stig við teimum 12 pílunum, ið verða skotnir í einari finalu, so sigast kann at stigini ikki vóru so nógv, sum onkuntíð fyrr.
Jógvan Magnus Andreasen vann í recurve bólkinum, men áðrenn tað hendur nakrar broytingar frá innleiðandi. Torfinn Hansen vann í hálvfinaluni við 76 stigum ímóti Eiriki í Jákupsstovu, sum fekk 74 stig. So í finaluni møttust Jógvan Magnus Andreasen – sum í hálvfinaluni vann ímóti Jim Guttesen – og Torfinn Hansen. Úrslitið gjørdist, at Jógvan Magnus Andreasen vann dystin við 70 stigum ímóti teimum 57 hjá Torfinni Hansen.
Bronsudystin skutu Jim Guttesen og Eirikur í Jákupsstovu. Tann seinni vann dystin við 88 stigum ímóti 44.
At enda er vert at nevna, at Vágaskot í hesi kapping hava fingið sítt fyrsta gullheiðursmerkið nakrantíð í vaksnamannadeildini, tá Jógvan Magnus Andreasen, vann í recurve bólkinum.
Heiðurmerkjabýtið var hetta: Vágaskot. 1 gull og ein silvur. Tambar. 1 gull. Og Ørvur. 1 silvur og 2 bronsur.