Meistari
Hóast hann nú hevur nøkur ár á baki sum venjari í bestu føroysku deildini, so er tað nú fyrstu ferð, at Jóannes Jakobsen hevur roynt at staðið sum venjari hjá føroyameistarum, og tí var løtan kanska eitt sindur serlig hjá honum sunnudagin.
- Tað er tó ikki heilt ókent hjá mær at vinna. Eg havi verið við til at vinna steypakappingina, og fleiri ferðir hava liðini hjá mær verið heilt nær við at gerast meistarar, men sjálvandi. Tað er nú stuttligari, tá tú stendur sum meistari, helt hann eftir dystin sunnudagin, tá vit fingu orðið á hann í sonevnda boot-room hjá HB.
- Men eg skal tó leggja afturat, at tað kanska kennist eitt sindur hálvt hjá mær, tí eg havi jú bara verið við hesar seinastu vikurnar. Skal eg vera eitt sindur egoistiskur, so haldi eg tó, at eg havi verið ein týdningarmikil partur í hesum, sigur hann við einum frekum smíli.
Gummibein
Um dystin sjálvan helt Jóannes annars, at hesin var merktur av gullinum, sum meira ella minni stóð upp á spæl.
- Tað var heilt klárt, at leikararnir høvdu gummibein. Serliga í fyrra hálvleiki, har vit als ikki fingu ferð á spælið. Tað var annars júst ferðina, sum høvdu tosað um undan dystinum, men tað kom bara ikki, og tað er kanska nokk so náttúrligt.
- Annars haldi eg, at vit høvdu tak á alla tíðina, men eg má viðganga, at hjartað onkun tíð hoppaði nakrar ferðir eyka, og var óeydnan eftir okkum, so kundi tð enntá gingið heilt galið, tá Jan bjargaði á strikuni, men tíbetur gjørdist tað ikki so.
Broytir einki
Tað er sjálvandi munur á, at HB nú fer til Tvøroyr sum meistarar, heldur enn at skula spæla fyri meistaraheitinum, men tað er kortini nakað, sum tú ikki fært venjarin at viðganga.
- Nei. Tað kann gera tað sama fyri okkum. Eg havi alla tíðina sagt, at Kári og eg gjørdu eina avtalu við leikararnar um, at vit skuldu royna at vinna seks teir seinastu dystirnar, og tað er fyrst og fremst hesa, sum vit halda fast um.
- Sjálvanedi vildi tað verið stuttligt, um vit kundu tryggjað okkum meistaraheitið í einum seinasta og avgerandi dysti, men hetta er nú heldur ikki so galið, tekur hann hugleiðandi til.
Tað kundi annars verið stuttligt hjá Jóannes, um hann saman við liðnum ognaði sær gulið á seinasta leikdegi júst á Tvøroyri. Í 1995 spældi HB seinasta dystin á Tvøroyri, og fram til seinasta minuttin vóru teir á odda, tá Henning Jarnskor við einum stútari í Klaksvík kortini syrgdi fyri, at gullið fór til Gøtu.
- Sjálvandi vildi tað verið nakað serligt, men hinvegin taptu vit ikki gullið á Tvøroyri ta ferðina. Tað vóru GÍ, sum vunnu tað í Klaksvík, men at tað verður munur á heimferðini ta ferðina og so nú komandi sunnudag, tað ivist eg ikki í, segði altso Jóannes Jakobsen at enda.