Fyrsta heiðursmerkið hjá kvinnunum

15 ára gamla Inga Remmel fekk eitt frálíkt úrslit, tá hon tryggjaði sær og Føroyum bronsuheiðursmerki í judo

Einasti kvinnuligi judoíðkarin úr Føroyum var 15 ára gamla Inga Remmel. Hon bardist í vektflokkinum –48 kg, og tað gjørdi hon væl.

– Hetta er super og eg havi ongantíð roynt nakað líknandi. Hetta er ein deilig kensla, segði ovurfegna Inga Remmel, tá vit fingu orðið á hana í Vergina Hall í Faliriki á eystursíðuni á Rhodos, har judokappingin gekk fyri seg.

Upprunaliga vóru fimm kvinnur meldaðar til í hennara bólki, men ein tók seg úr, soleiðis at tær gjørdust fýra í tali.

Fyrsta dystin tapti Inga. Hetta var ímóti eini munandi sterkari og nakað væl eldri kvinnu, har 15 ára gamla Inga ikki hevði nakran stórvegis kjans. Næsti dysturin royndist tó nakað væl betri, hóast hann fyri bæði Ingu og áskoðararnar gjørdist nakað ørkymlandi. Inga fekk nevniliga mótstøðukvinnu sína niður í gólvið, fekk wazari og gott tak á mótstøðukvinnu sínari, sum hon helt fast niðri.

Tá tíðin var farin, steðgaði dómarin dystinum og dømdi Ingu at vinna. Men so var tað Inga var biðin um at koma innaftur á vøllin, tí tað eftir øllum at døma hevði verið okkurt galið í dømingini. Inga gjørdi tó skjótt av tá hon kom inn aftur, og við einum flottum wazari aftrat, sigraði vann hon sín fyrsta dyst.

– Tað var ein góður dystur, har eg fekk nógv burtur úr. Mátti enntá innaftur á mottuna, aftaná eg helt at hevði vunnið. Men tá visti eg, at tá eg hevði vunnið hana einaferð, so kundi eg gott gera tað einaferð aftrat, sigur Inga.


Málið var ein sigur

Seinasta dystin tapti Inga, tá hon bleiv strangulerað og noyddist at geva seg. Tað var tó ikki heilt uttan dramatikk, tí Inga bleiv kvald av stranguleringini, og dómarin sá ikki, at hon gav seg.

– Dómarin sá tað ikki fyrr enn ov seint, tí eg lá leingi og gav tekin um, at eg gav meg. Eg veit, at tað kann vera vandamikið við stranguleringum, og tá eg beinanvegin føldi, at eg ikki megnaði at koma burtur úr henni, gav eg meg áðrenn tað endaði galið, greiðir Inga Remmel frá, sum varð borin av vøllinum eftir seinasta dystin.

Løtu seinni, tá hon var komin seg, kundi hon errin taka ímóti bronsuheiðursmerkinum.

– Eg hevði sett mær fyri at vinna ein dyst, og tað eydnaðist so, segði fyrsti kvinnuligi heiðursmerkjavinnarin hjá Føroyum á oyggjaleikunum á Rhodos.