Fyrsta heilsan úr Senegal

Ein lítil heilsan úr Senegal. Her gongur sera gott og tað er gott at verða aftur í Afrika. Sjálvt um tað minnur nógv um Gambia er tað ørvísið álíkaval. Her í Dakar búgva 3 milliónir fólk. Og her eru fólk allastaðni og trongt er á vegnum og gongubreytini. Her er eisini sera nógvur larmur alla tíðina. Veðrið er sera gott, eini 25 gradir um dagin, so tað er alle tiders.
Eg kom til Dakar týsdagin (1. mars, blm.) kl 00:30. Eitt sindur seinni enn vænta. Flogfarið úr Keypmannahavn til Brússel var 1 tíma seinka, og flogfarið úr Brússel til Dakar 5 tímar seinkað, og so millumlendu vit eisini í Spanien og vóru har í ein tíma. So eg var móð tá eg endiliga kom á Gestahúsi hjá New Tribes Mission (NTM). Fólk var eftir mær á flogvøllinum, og eg hevði ongar trupulleikar at koma ígjøgnum toll ella nakað annað, so tað var gott. So eg var glað tá eg hevði fingið eitt gott brúsubað, og kundi leggja meg í vatnsongina, og eg svav sum steinurin.
Mikudagin byrjaði so kunningin, so nú er høvdið um at bresta. Eg, og eitt annað par, møta sum oftast 2-3 ferðir um dagin við ymiskum fólkum. Vit eru eisini boðin út til døgurða og náttura hvønn dag. Vit eru sera væl móttikin allastaðni og øll eru sera blíð.
Mikukvøldið slapp eg so eisini at royna meg, av tí at Anna Rodda (ein føroyskur trúboðari her niðri) var sjúk. Men eg sá skjótt, at eg ikki var før fyri at hjálpa henni, og tí blivu boð send eftir lækna. Hon bleiv innløgd á eini klinikk, sum er tætt við her og hevur tað nógv betur nú. Hon verður innløgd í nakrar dagar afturat.
Í gjár bleiv so e-mailið ordnað, so nú kann eg nýta mína egnu teldu. Vit vóru eisini ein lítlan túr í býnum í gjár og royndu eisini at taka ein taxabil. Tað var bara stuttligt at sleppa at royna seg. Vit vóru eisini í ymiskum handlum og kannaðu prísir á ymiskum, sum eg skal keypa. Var eitt sindur sjokerað yvir at síggja, at tað mesta her niðri kostar tað sama sum í Føroyum.
Eg komi at verða her á gestaheiminum til 15. mars, og síðani skal eg búgva saman við eini, sum eitur Diane, hon er eisini við NTM. Men tað verður kanska eisini møguligt hjá mær at leiga eina íbúð frá 1. juni til síðst í septembur. Hon er beint við gestaheimið hjá NTM. Onkur sum hevur sæð hana, helt at hon kanska var eitt sindur primitiv. Har er einki heitt vatn og næstan eingir møblar. Eg fari at hyggja at henni mánadagin ella týsdagin, og so fáa vit at síggja, hvat tað blívur til.
Hjartaliga takk fyri forbønirnar sum hava so ómetaliga stóran týdning og hjartaliga takk fyri peningagávurnar sum eg fekk áðrenn eg fór avstað.
Harrin vælsigni tykkum.

Kærar heilsanir
Lív