Fyri fyrstu ferð síðani 1939 er nýsælendski býurin Auckland kavaklæddur. Orsøkin er ein rættiliga óvanlig kuldabylgja. Í gjár komu hitamátararnir ongantíð upp um 8,1 stig, og tað var kaldasti dagur har í býnum í langa tíð, skrivar AFP.
Í høvuðsstaðnum Wellington hevur tað ikki verið so nógvur kavi tey seinastu 50 árini sum nú, og fólk hava stórar trupulleikar við at sleppa til arbeiðis. Wellington er syðri enn Auckland og hevur kaldari veðurlag, men so nógvan kava plaga tey ikki at hava har.
Løgreglan í fleiri býum hevur biðið fólk sita við hús, tí tað er vandamikið at fara út á vegirnar, sum eru sera hálir. Veðurmenninir siga, at tað verður lýggjari seinni í vikuni.