Hetta vikuskiftið verða átta lið varpað úr kappingini um løgmanssteypið, nú áttandapart finalurnar eru á skránni.
Fyrsti dysturin verður seinnapartin í dag, tá ið Giza/Hoyvík í fyrstu deild fær vitjan av B68 í Effo-deildimi. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at bestu liðini hjá Giza/Hoyvík og B68 bresta saman.
B68 bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum síðani uppflytingina. Higartil hevur liðið tapt fýra ferðir í landskappingini. Síðsta ferðin var sunnudagin, tá ið toftamenn í Gundadali megnaðu at halda tørn ímóti favorittunum í HB, inntil tað bara restaði ein lítil løta. Tríggjar ferðir er tað endað javnt. Málmunurin hjá B68 er 3-16.
Í næstbestu deildini hevur Giza/Hoyvík vunnið tríggjar ferðir og tapt tríggjar ferðir. Málmunurin er 12-12.
Í dag
Giza/Hoyvík-B68: Rani A. Skaalum kl. 15.00
Í morgin
ÍF-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur-07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
HB-B71: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Undrið-Skála: Bjarki Danielsen kl. 18.00
AB-B36: Rúni Gaardbo kl. 17.15
TB-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
FC Suðuroy-Víkingur: Lars Müller kl. 14.30