Sigursmálið, sum Uni Arge skoraði mikukvøldið, var sætta málið hjá honum. Tað fyrsta skoraði Uni fyri sjey árum síðani. Tað var í 3?1 tapinum á Kýprus flaggdagin í 1993.
Sigurin á Liktinstein var tann fyrsti í átjan dystum. 6. august í 1997 vunnu Føroyar 2?0 í vinadysti í Tartu í Estlandi. Undan mikukvøldinum var landsliðið í seytjan dystum á rað farið av vøllinum uttan at vinna. Fýra ferðir hevur tað verið javnleikur.
Brotsparkini
Øssur Hansen hevði ikki eydnuna við sær, tá hann fyri aðru ferð fekk møguleikan úr ellivu metrum. Fyrra ferðin, sum var á Malta 30. apríl í 1997, skoraði hann. Hesaferð sendi hann upp um málið.
Misnýtta brotssparkið var tað triðja misnýtta á rað. Allan Mørkøre misnýtti móti Íslandi í vinadystinum á Tórsvølli 18. august í fjør, og John Petersen misnýtti í EM undankappinardystinum móti Bosnia-Hersegovina á Svangaskarði 9. juni í fjør.