Fyrsta málið á tingi verður um bensin og diesel

Fyrsta málið, sum nýggja Løgtingið skal taka støðu til, verður helst at lækka prísin á bensin og diesel

Tingfundur verður í dag klokkan 13, har einasta mál á skránni er framløga. Aksel V. Johannsen hevur boðað frá, at tá verður málið um at lækka prísin á bensin og dielsel lagt fram. Tað snýr seg um at taka mvg av bensin og diese. Tað merkir, at ein litur av bensin frá Effo, sum í dag kostar 12,89 krónur verður 2,58 krónur bíligar, og at ein litur av diesel sum í dag kostar 13,30 krónur verður 2,46 krónur bíligari.

 

Hjá Magn kostar ein litur av bensini í dag 13,14 krónur og ein litur av diesel 13,61 krónur.

 

Lógin skal vera galdandi í tríggjar mánaðir.

 

Hóast landsstýrið boðaði frá, at eisini húsarhaldsoljan skal vera bíligari, so verður tað ikki gjørt. Aksel V. Johannesen hevur sagt, at tað er ov tvørligt við oljuni. Eitt er, at tað er so leingi í millum, at fólk fylla sær tangan, og at fleiri fólk hava oljukonto, har tey rinda fast inn hvønn mánað.

 

Seks tingfundir eru ásettir, ein týsdagin 28.apríl, hinir 7., 8., 15., 18. og 20 mai.