Fyrsta miljónin til mentanarhús

Tann fyrsta miljónin til tað, sum einaferð skal gerast eitt stórfingið mentanarhús í Klaksvík, verður nú sett í grunn.

Tað avgjørdi býráðið í Klaksvík á fundi í gjárkvøldið, nú grunnurin til mentanarhús í býnum verður settur á stovn.

Ætlanin er, at eitt slíkt hús skal kunna hýsa sjónleiki, tónleiki og list. Enn er eingin tíðarætlan sett fyri mentanarhúsinum, men nú er skjøtul í øllum førum settur á.

- Húsið kemur at vera eitt kraftsentur fyri býin, sigur Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevndini í býráðnum.