Niðurlendskir fjølmiðlar skriva, at talan er um ein av teimum meiri enn 190 niðurlendingunum, sum vóru í Malaysia Airlines-flogfarinum. Navnið á viðkomandi er ikki almannakunngjørt enn.
Meiri enn 200 serfrøðingar arbeiða við at eyðmerkja tey nógvu líkini, sum eru komin við flogførum úr Ukraina, og sum nú eru á einari herstøð uttan fyri býin Hilversum.
Øll tey 298, sum vóru í flogfarinum, doyðu, men tað tók fleiri dagar at fáa fatur á teimum fyrstu líkunum, tí teir russisku loysingarmenninir vildu ikki lata vesturlendsku umboðini sleppa fram at vanlukkustaðnum. Sum frá leið blivu líkini flutt í eitt tok, og hóast loysingarmenninir høvdu lovað, at 280 lík vóru flutt í tokið, hava niðurlendsku serfrøðingarnir sagt, at talan var um 200 fólk.